Marius Ziska konsert, support: Siv Jakobsen(NO)

Dato:
Fredag 19 april 2024 19:00
Beliggenhed:
Sjónleikarhúsið

Um tað er á Gøtusandi, á Vágsbøi, í Stóra Bretlandi ella í Norðurnoregi, megnar sveimandi søldarfirðingurin Marius Ziska at røkka inn til lurtaran. Sterku fólksligu løgini eru fangandi, kensluborin og bera brá av sorgblídni, og vit kenna øll løgini Nærveran, Silvurlín og Síggja av Nýggjum, fyri at nevna nøkur heilt fá.

Umframt at hava framført við m.a. Eivør Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Føroya Symfoniorkestrið á væl umtóktu framførsluni í Norðurlandahúsinum, sum KVF filmaði, so hevur Marius Ziska eisini vunnið fleiri FMA virðislønir.

Tað er eingin ivi um, at Marius Ziska, við fullum bólki í tí hugnaliga og søguliga Sjónleikarhúsinum, verður ein nærverandi og savnandi uppliving.

Support: SIV JAKOBSEN

Norska Spelemannsprís nomineraða Siv Jakobsen spælur inniligan, droymandi og melankoliskan fólkatónleik. Tey seinastu árini hevur hon verið á konsertferðum kring heimin, har hon hevur hitað upp fyri nøvnum sum José González, The Lumineers, Beach Bunny og Susanne Sundfør. Í fjør útgav hon heildarútgávuna ‘Gardening’, har Ane Brun gestaði, og handan pultin stóð Zach Hanson (Bon Iver, Tallest Man On Earth). 

Del denne begivenhed

Marius Ziska konsert, support: Siv Jakobsen(NO)

Fyriskipari

Gorilla
+298214745
[email protected]
V-tal: 650994