Skriviskeið við Rakel Helmsdal & Marjuni Syderbø Kjelnæs
- Dato:
- Onsdag 6 juli 2022 10:30
- Beliggenhed:
- Mat & Moldmentanarháskúlin á Sandi
Køb billetter
Býr ein søgusigari í tær?
Hetta skeiðið vendir sær til tín, ið hevur hug at skriva søgur.
Ein heil vika á háskúla, fylt við íblástri og friði at lata hugflogið sveima.
Arbeitt verður fram ímóti at hvør einstakur skrivar sína egnu stuttsøgu, við kønari vegleiðing frá Rakel Helmsdal og Marjuni Syderbø Kjelnæs.
Á hesum skeiðnum er sjálv søgan og frásøgnin í miðdeplinum. Stavseting og mállæra koma í aðru røð. Lat ikki ð’ið forða tær, her ræður um at læra at skapa.
Komið og skapið nýggjar heimar og livandi persónar, sum fólka hesar heimar.
Skeiðið er ætlað øllum - bæði royndum og óroyndum søgusigarum.
Á skeiðnum fara vit at:
Menna persónar
Skapa eina fangandi søgugongd
Skriva samrøður
Kava niður í hvat tað er at vera menniskja
Undirvísarar: Rakel Helmsdal & Marjun Syderbø Kjelnæs
Dato: 6. - 10. juli 2022
Tíðspunkt: Vit byrja kl. 10:30 mikudagin við kunning og drekkamunnni. Hinar dagarnar við byrja vit við morgunmati kl. 8:30, síðani frálæru. Sunnudagin enda vit kl. 13. Les meira um gerandisdagin á háskúlanum á www.moldmentan.fo
Støði: Grundskeið
Longd: Fimm dagar
Næmingatal: 12
Upptøkutreytir: Ongar. Øll eru vælkomin.
Prísur: 3.500 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Les um vistarhald á Mat- & Moldmentanarháskúlanum á www.moldmentan.fo. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 3.000 kr.
Les meira á heimasíðuni: www.moldmentan.fo.
Del denne begivenhed

Fyriskipari
Háskúlin á Sandi
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
787200
[email protected]
https://www.moldmentan.fo/