Heysttónar : Birita Poulsen, Zilvinas Brazauskas og Matteo Gobbini

Dato:
Fredag 22 oktober 2021 20:00
Beliggenhed:
mentanarhúsið

Køb billetter

Heysttónar við Biritu Poulsen, Zilvinas Brazauskas og Matteo Gobbini

í Okotber kemur Birita Poulsen at hava konsert við Zilvinas Brasauskas (klarinett) og Matteo Gobbini (klaver) og á skránni er eitt nýtt, forvitnisligt verk eftir Sunleif Rasmussen. Talan er um 7 sangir fyri Sopran, Klaver og Klarinett við yrkingum eftir Oddfríða Marner Rasmussen.

Síðani fyrsti sangurin varð frumframførdur á FMA í Norðurlandahúsinum í 2019 hevur Sunleif lagt 6 afturat honum, alt til yrkingar úr seinnu helvt av yrkingasavninum "Innantannaskríggj" sum Oddfríður lat úr hondum í 1995. Savnandi heitið fyri verkið er “Kærleiki” og verður frumframført í hesi konsertrøðini.

Tey trý sum skulu trína á pall hittust á tónlistaskúlanum Hanns Eisler í Berlin, og hava seinastu árini framført javnan har. Á skránni hesa konsertina verða eisini verk eftir m.a. Franz Schubert og Gustav Mahler og soleiðis verður borðreitt við bæði útlendskum og Føroyskum eins og nýggjum og gomlum tónleiki.


Del denne begivenhed

Heysttónar : Birita Poulsen, Zilvinas Brazauskas og Matteo Gobbini

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo