Móti, Matur & Stílmenning

Dato:
Lørdag 28 august 2021 19:00
Beliggenhed:
SALT

Køb billetter



Vit kenna tað øll, vit standa frammanfyri einum fullum klædnaskápið, men einki at fara í. Óansæð hvussu vit venda okkum móti spegilinum, so er okkurt at peika á – og vit føla okkum ikki væl.Um vit vilja tað, ella ei – so hevur kenslan av hvussu vit føla okkum nógv at siga, og avspeglast út í umheimin.Kom við til eitt kvøld sum verður á tremur við íblástri, stílmenning og undirhaldið av Ann Leivsgarð, saman við einari spennandi matskrá frá Gutta Winther. MATSKRÀ:
Forrættur:
Tapas úr fiskiHøvuðsrættur:
Laksur við aspargus, purru & nýggjum eplumDessert:
Rabarbur, hvonn & hvít sjokolátaUm Ann Leivsgarð:Føroyska Ann Leivsgarð bleiv útlærd sum hárfríðkari í Føroyum hjá í 2008. Ann flutti til Keypmannahavnar í 2009 og hevur arbeitt sum sjálvstøðug síðan 2010. Í 2017 lat Ann fyrstu salongina upp á Sankt Pedersstræde í Keypmannahavn og longu í 2020 flutti hon í 158 kvm. stóru hølini í tveimum hæddum, á Strøgnum.Stutt kann sigast um Ann, at hon brennir fyri fakinum og við síðunar av dagliga yrkinum hevur hon arbeitt m.a. fyri Schwarzkopf professional og nú fyri Balmain Hair Couture sum Master Trainer, har hon undirvísir bæði í Danmark og uttanlanda. Hóast mongu royndinar innan fakið, gongur Ann javnan á skeið, fyri at menna seg innan nýggjar teknikkir, og styling sum hon eisini førur út í verk við ymiskum mótasýningum, styling í bløðum sum Euro Woman osfr. M.a. er Ann eisini vald at vera eitt navn fyri Balmain Hair Couture á CPH-fashion week, har hon stendur fyri egnum showi. Um Gutta Winther:Gutti Winther og sonn matgleði ganga hond í hond.Gutti er forvitin og leitar altíð eftir smakkum og nýggjum háttum at seta smakkir saman. Hjá honum eru tað føroysku rávørurnar, ið eru berandi.  


Yderligere datoer:


Del denne begivenhed

Móti, Matur & Stílmenning

Fyriskipari

SALT
Drelnes 22
827 Øravík
213013
[email protected]
salt.fo