Ólavur á Váli Olsen

Dato:
Lørdag 24 oktober 2020 20:00
Beliggenhed:
SALT

Køb billetter



Leingi er tað, ið væl skal vera. Ólavur á Váli Olsen hevur spælt á næstan øllum spælistøðum í Suðuroynni, men enn hevur hann ikki verið á palli í SALT á Drelnesi. Men nú verður tað skjótt!
Í oktobur kemur Ólavur suður at spæla fyri trúføstu suðuroyingunum, sum hann hevur ein serligan tokka til.
- Tað er altíð nakað serligt at spæla í Suðuroynni. Suðuroyingar hava altíð stuðlað mær í mínum tónleiki, og tað eri eg teimum æviga takksamur fyri. Eg gleði meg tí nógv at spæla í snotuligu umstøðunum í SALT og vóni at síggja nógv fólk, sigur Ólavur.
Lagt verður upp til eitt brak av einum country-kvøldi, har tað besta av tí besta verður framført - og kanska eisini okkurt heilt nýtt. 

Del denne begivenhed

Ólavur á Váli Olsen

Fyriskipari

SALT
Drelnes 22
827 Øravík
213013
salt@salt.fo
salt.fo