Seniorfestivalurin

Dagur:
Leygardagin 1. juni 2019 kl. 15.00
Staður:
Friðartún 1

Tónleikafestivalur á Røktarheimsøkinum í Runavík

Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta festivalinum – Seniorfestivalinum!

Byrjað verður við einum braki, tá Tobbi, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, setur festivalin leygardagin 3. juni frá kl. 15.00.

12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka.

Hesir, sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv og Signar í Homrum. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum!

Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum”. Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum!

Luttakaratalið verður avmarkað og tí tað umráðandi at ogna sær atgongumerki sum skjótast.

Í vón um, at aftur í ár verður væl tikið undir við hesum tiltaki.

Keyp atgongumerki

Deil tiltakið

Fyrireikari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
+298 221328
loksholl@loksholl.fo