Kvinnukvøld í Glyvralon

Dagur:
Leygarkvøldið 13.apríl 2019

Kvinnukvøld í Glyvralon

13. apríl skipar Glyrvalon fyri kvinnukvøldi. Tríggjar lokalar kvinnur luttaka.
Høvuðsnavnið á kvøldinum er Ranvá Knudsen. Ranvá fer at gera eitt sjálvtøkuborð við leskiligum munnbitum. Ranvá fer at greiða frá, nær áhugin fyri at baka og pynta køkur byrjaði, og hvussu tað hevur gingist henni í køkuverðini hesi seinastu árini.

Harriet Olafsdóttir av Gørðum, sum er kend fyri seyðamyndir sínar, blogg og heimablídni, fer at hava ein stuttan fyrilestur um truplar umstøður í uppvøkstrinum, og eisini fer hon at siga frá, hvat hon fæst við í dag.


Jórun Pólsdóttir hevur glett mong við síni vøkru sangrødd, tekstum og klaverspæli. Hon fer at syngja og spæla ein sang eisini.
Hetta er eitt gott høvi hjá kvinnum í øllum aldri - vinkonum og bindiklubbum, at koma saman til eitt hugnaligt og øðrvísi kvøld og smakka og njóta munnbitar frá leskiliga kakuborðinum, fyrilestrar og sang.

Deil tiltakið

Fyrireikari

Glyvralon
Langanesvegur 3
625 Glyvrar
215764