FÅGELFÅNGARENS SON

Dagur:
Mánadag 19. august 2019 21:00
Staður:
Gamli Skúli í Sørvági

Mánakvøldið 19. august á Vesturskin verður Gásadalsfilmurin FÅGELFÅNGARENS SON sýndur í Gamla Skúla í Sørvági kl.21.


UM FILMIN
Í filminum letur leikstjórin, Richard Hobert (f.1951), hina svensku Livia Millhagen (Livia) møta føroysku Vídgis Hentze Bjørck (Johanna) í eini kærleikssøgu, sum sprettir úr Gásadali.
Við egnum orðum sigur svenski leikstjórin, at filmurin er ”en berättelse om den utsatta människans kärlekskraft, som skjuter rakt in i hjärtat på vår egen tid.”

Livia Millhagen, sum bæði tosar svenskt og franskt í filminum, sigur, at hennara leiklutur, ið eisini ber navnið Livia, ”har en självklar auktoritet och intelligens, en person som njuter av att få vara i kontroll. I detta kliver hon över sina egna gränser och sätter omedvetet sig själv i en känslomässig gungning som utmanar hela hennes självbild och identitet.”

Livia er vertinnan, sum í loyndum hjálpir vinfólkunum Esmari (Rudi Køhnke) og Johonnu at fáa ein son, so garðurin uppi í Gásadali ikki gleppur hjúnunum av hondum, tí tey eiga bara døtur. Avbjóðingin er at halda hjálpina teirra millum, so slaturin ikki fer at ganga. Eingin kennir avleiðingarnar og millum næstrafólkini veksur vreiðin um eina gamla lóg, ið fær so stóra ávirkan á tilveruna hjá hjúnunum uppi í dalinum.

Richard Hobert hevur skrivað handritið og leikstjórnað FÅGELFÅNGARENS SON, sum er tólvti filmur frá hansara hond. Søgan byggir á veruligar hendingar í Føroyum í 1800-talinum.

Svenski leikstjórin sigur, at FÅGELFÅNGARENS SON er ”Ett tidlöst kärleksdrama om tillhörighet och utanförskap, patriarkala strukturer, familj och samhälle.”

FÅGELFÅNGARENS SON er tikin upp í Føroyum við svenskum, donskum, føroyskum og fronskum leikarum, sum til dømis Rudi Køhnke (“Follow The Money” 3. partur), Vigdis Hentze Bjørck (“Eugene Onegin”), Livia Millhagen (“Systrar 1968”), Jørgen Langhelle (“Arn”), Hedda Rehnberg (“Vår tid är nu”) og Sébastien Courivaud (“Second Chance”).

Deil tiltakið

FÅGELFÅNGARENS SON

Fyrireikari

Visit Vágar
Flogvøllurin 2
380 Sørvágur
333455
vagar@visitvagar.fo
www.visitvagar.fo