Greta Svabo Bech

Dagur:
Týsdag 20. august 2019 21:00
Staður:
Vakstrarhúsið, Sandavágur

Keyp atgongumerki

Konsert við Gretu Svabo Bech á Vesturskin í Vakstrarhúsinum í Sandavági týsdagin 20. august kl. 21

Greta Svabo Bech byrjaði árið við at útgeva tvey stakløg. Hesi komu í februar mánaða og tíðliga í mars kom EP’in “Bones” við 4 løgum. 

Greta skrivar og framleiðir sín egna tónleik umframt at gera infrareyðar myndir av tí vakra føroyska umhvørvinum sum hevur givið íblástur til tónleikin. Hesin nýggi tónleikurin er byrjanin til eitt litríkt ár hjá henni og fleiri løg koma út til heystar.

Á Vesturskin fer Greta saman vid bólki at framføra eitt elektroakkustiskt sett við hennara nýggja solo tónleiki umframt nøkur løg frá hennara betri kendu samstørvum.

Deil tiltakið

Greta Svabo Bech

Fyrireikari

Visit Vágar
Flogvøllurin 2
380 Sørvágur
333455
vagar@visitvagar.fo
www.visitvagar.fo