Kassabilakappkoyring 2019

Dagur:
Leygardag 7. september 2019 10:00
Staður:
Mentanarhúsið í Fuglafirði

Keyp atgongumerki

Nú er at finna hamara og sag fram, tí á Mentanardøgunum í ár verður kappkoyring við kassabilum aftur í Fuglafirði.

Kappast verður í longu undanbrekkuni inn til bygdina frá Breiðá og inn til Mentanarhúsið.


Kappingin verður býtt upp í bólkar, og til ber til dømis at gerast kvikasti borgarstjóri, kvikastu feðgar/møðgur, kvikasta fyritøka, ella kvikast í opna bólkinum.

Tíðartaking er á 1,6 km langa teininum, og tey við bestu tíðunum enda í elitubólkinum.

Kappkoyringin endar við finalu, har elitubólkurin kappast um at finna skjótasta kassabilin í landinum.

Eisini verður barnakappkoyring á einum styttri teini.




Deil tiltakið

Kassabilakappkoyring 2019

Fyrireikari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
www.mh.fo