Kom við til Belfast!

Dagur:
Úr Vágunum 26. juni kl. 12.35 - Úr Belfast 27. juni kl. 23.30
Staður:
Vágar - Belfast, retur

Keyp atgongumerki

NSÍ skal møta Ballymena United í fyrra dystinum í undanumfarinum í Europa League 2019. Útidysturin verður spældur 27. juni á Ballymena Showgrounds í Ballymena, Norðurírland. Farið verður úr Føroyum mikudag 26. juni kl. 12.35, og farið verður heimaftur úr Belfast hóskvøld 27. juni eftir dystin.

Belfast er ein góður býur til shopping; úrvalið er stórt og prísirnir lágir!

Íroknað prísin er:

* Ferðing Vágar - Belfast, retur

* Ferðaavgjøld

AVMARKAÐ PLÁSS!

GG: Gisting og atgongumerki til dystin er ikki íroknað! NSÍ hjálpir við at skaffa ferðing frá Belfast til dystin, og frá dystinum til flogvøllin (áleið 40 min at koyra hvønn vegin).

Eru ivamál ber til at skriva til Facebook síðuna hjá NSÍ, http://www.facebook.com/nsirunavikfc



Deil tiltakið

Kom við til Belfast!

Fyrireikari

Løkshøll
221328
nsi@nsi.fo
www.nsi.fo