Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson útgávukonsert + Bárður á Lakjuni
- Dagur:
- Fríggjakvøldið 29. mai kl 20
- Staður:
- Mentanarhúsið í Fuglafirði
Bárður á Lakjuni hitar upp.
Brøðurnir Bárður og Pauli eru uppvaksnir í einum heimi, sum var fult av ljóðførum og tónleiki. Teir hava báðir, hvør í sínum lagi, verið úti í verðini og lisið tónleik - Pauli í USA og Týsklandi, Bárður í Noregi - og búgva nú endiliga aftur á sama postnummari. Umframt Poulsen brøðurnar og Óskar telur bólkurin eisini trummusnillingin Rógva á Rógvu, ið vit kenna aftur frá bólkum sum Plúmm og Terja og Føstufressum.
“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki.
“Sál” verður útgiving av Tutl, og verður høvi at ogna sær plátuna á konsertini.
Áðrenn Poulsen Brothers við Óskar Guðjónsson fara á pallin, leggur Bárður á Lakjuni fyri við einum solo setti.
Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur
Deil tiltakið
Fyriskipari
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo
V-tal: 339490