Á verkstaðnum hjá Emil í Lønnibergi

Dagur:
Mánadag 20. apríl 2026 16:00
Staður:
Lamba skúli

Á verkstaðnum hjá Emil í Lønnibergi


Mánadagin 20. apríl verður verkstova í Lamba skúla, har tvey ættarlið saman kunnu hugna sær og telgja figurar úr greinum, eins og Emil gjørdi, tá hann varð sendur í úthúsið.

Her verður trivið í gamla handverkið við brøðrunum úr Lamba: Pidda og Ingvard Lamhauge. Piddi er snikkari og Ingvard fólkaskúlalærari, og hava báðir drúgvar royndir við alskyns handverki.

Knívarnir eru íroknaðir skeiðsgjaldið, og fáa tit tí hesar heim við.


Tiltakið er ætlað tvey ættarlið, sum bæði luttaka, ein vaksin ábyrgdari og barn í aldri millum 8-14 ár.


Drekkamunnur verður eisini.


Tá dagurin er liðugur, fáa tit egnar figurar og hvør sín knív heim við.


Kostnaður: 400,- fyri parið


Dagur: 20. Apríl

Klokkan: 16:00-21:00


Undirvísarar: Piddi Lamhauge og Ingvard Lamhauge

Tal av luttakara-pørum: 10 (tvs. 20 luttakarar)



Deil tiltakið

Á verkstaðnum hjá Emil í Lønnibergi

Fyriskipari

Visit Runavík
Heiðavegur 13
600 Saltangará
41 70 60
[email protected]
www.visitrunavik.fo
V-tal: 345210