Námsvísindaligur granskingardagur
- Dagur:
- Fríggjadagin 24. apríl 2026 kl. 13.00-16.00
- Staður:
- Aulan á Frælsinum
Skúlaaftran, trivnaður og læring
Árligi námsvísindaligi granskingardagurin á Fróðskaparsetri Føroya verður í ár hildin hin 24.apríl kl. 13.00-16.00.
Høvuðsevnini í ár eru skúlaaftran/skúlafrávera, trivnaður og læring millum børn og ung.
Á skránni verða framløgur, har úrslit av kanningum og gransking, sum er framd á Námsvísindadeildini, verða løgd fram.
Tiltakið er alment og ókeypis og verður hildið í Auluni á Frælsinum 20 í Havn.
Øll, sum hava áhuga í gransking í skúlaskapi og námsfrøði eru hjartaliga vælkomin.
Deil tiltakið
Fyriskipari
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
Postsmoga 272
100 Tórshavn
[email protected]
V-tal: 328944