Ólavur Riddararós: Søga & Kvæði

Dagur:
20. og 22. apríl kl. 14.00 og 15.00
Staður:
Glyvrar (BORG)
KEYP

Ólavur Riddararós: søga & kvæði fyri børn

Kom við ein túr í BORG og hoyr Jákup Veyhe fortelja søguna um Ólavur Riddararós og síggj myndirnar, sum Heiðrik á Heygum hevur málað út frá søgugongdini. Tá søgan er liðug, verður farið upp á gólv at kvøða Ólavur Riddararós saman við dansarum frá Eysturoyar Dansifelag. 

Tiltakið verður mánadagin 20. apríl og mikudagin 22. apríl kl. 14.00 og kl. 15.00 og varir ein tíma. Vælegnað fyri børn úr 6 ára aldri. 

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er við tilmelding. Melda til á atgongumerki.fo

Deil tiltakið

Ólavur Riddararós: Søga & Kvæði

Fyriskipari

Visit Runavík
Heiðavegur 13
600 Saltangará
41 70 60
[email protected]
www.visitrunavik.fo
V-tal: 345210