Anfinn & co Live í Dansistovuni Sørvági
- Dagur:
- Leygardag 18. apríl 2026 20:30
- Staður:
- Dansistovan í Sørvági
Anfinn Nielsen, siglandi klaksvíkingur í Nólsoy, hevur síðani miðskeiðis í áttatiárinunum skrivað, sungið og útgivið tónleik á føroyskum máli. Anfinn & Co hava sungið um alt frá húki og fugli til Føroyar og kærleika.
Fólksligi tónleikurin hjá Anfinni og hansara monnum er stundum skemtandi og viðmerkjandi og stundum vakur og sigandi. Hittini eru mong í talið – til dømis Sirkus Tinganes, Í skúrið, Mítt Hjarta pumpar fyri tær, Gubbi og eg og Lítli fuglur.
Anfinn & Co eru framúr á palli. Teirra framførslur eru undirhaldandi og lívligar, og Anfinn Nielsen kemur við sínari sterkastu manning Í Dansistovuna Í Sørvági
Deil tiltakið
Fyriskipari
Dansistovan í Sørvagi
Undir Ryski 1
FO-380 Sørvágur
Telefon +298 229609
[email protected]
V-tal: 662437