Tina Mellem
- Dagur:
- Hósdag 2. apríl 2026 21:00
- Staður:
- Reinsaríið
Tina Mellem er ein føroysk/donsk sangarinna og sangskrivari, sum í 2022 gjørdi vart við seg í donsku songkappingini X-Factor, har hon var ein av teimum trimum luttakaranum í finaluni.
Síðani X-Factor, hevur hon skrivað nógvan tónleik fyri seg sjálva, og eisini saman við – og til – onnur listafólk m.a. Kwamie Liv og Thomas Buttenschøn. Tónleikurin hjá Tinu er serliga merktur av sjangrum sum singer-songwriter og róligum donskum popp-tónleiki. Tónleikurin snýr seg um hennara tankar um lívið, lívsins grundarlag og menniskjans stóra virði.
Við sínum tónleiki ynskir Tina at skapa okkurt jaligt í menniskjum. Tina hevur júst givið eitt nýtt staklag út 19. januar, sum eitur “Don’t give up” og fer at geva meira tónleik út í 2026.
Tina Mellem - sang, gittar, tangentar
Joenna Finnsdóttir - kór
Ólavur Elttør - el-guitar
Josh Cana - tangentar, bass
Vár Miðberg - trummur
Tiltakið er stuðlað av Økistónum
Deil tiltakið
Fyriskipari
Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/