Várfólk á Reinsarínum

Dagur:
Mikudag 11. mars 2026 19:00
Staður:
Reinsaríið
KEYP

Fólkatónleikarafelagið bjóðar til eina hugnaliga várkonsert við føroyskum og altjóða fólkatónleiki. Á skránni eru bæði ung og roynd tónleikanøvn:

Gelikas – børn úr Musikkskúlanum


Børn úr fólkadansi


Phønix (DK)


Sharon’s Men


Spælimenninir



PHØNIX
Danski bólkurin Phønix er kendur fyri sín orkuríka og nútímans fólkatónleik, har siðbundnar vísur og nýggj løg verða blandað við sterkum rútmum og livandi framførslu. Bólkurin hevur spælt á festivalum og konsertpallum kring allan heim.

SHARON’S MEN
Sharon’s Men spæla regluliga til fólkadans í Føroyum og framføra bæði føroyskar, norðurlendskar og írskar fólkatónleik.

SPÆLIMENNINIR
Spælimenninir í Hoydølum vórðu stovnaðir í 1974 og eru ein av hornasteinunum í føroyskum fólkatónleiki. Teir hava ferðast nógv og hava havt stóran týdning fyri menningina av fólkatónleiki í Føroyum.

Deil tiltakið

Várfólk á Reinsarínum

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/