Andetag / Andadráttur (Finland/Áland/Svøríki)
- Dagur:
- Hósdag 24. apríl 2025 19:00-20:30
- Staður:
- Sjónleikarhúsið
ANDETAG / ANDADRÁTTUR - ein samframleiðsla á ferð í Norðanlondum 5.-28. apríl 2025
"Eg hevði ynskt, at eg hevði loyvt mær at verið eydnusamari"
Við íblástri úr bókini hjá Bronnie Ware 'The Top Five Regrets of the Dying', settu Kompani Nord (Áland), Sirius Teatern (Helsinki) og The Great Learning Orchestra (Stockholm) á heysti 2024 ein nýskrivaðan leik upp um tað, sum vit angra við endan á lívinum.
Leikurin er skrivaður av fimm høvundum, sum brúktu tey fimm vanligastu tingini at angra. Teir fimm høvundarnir eru Arn-Henrik Blomqvist, Monika Fagerholm, Marcus Rosenlund, Dag Thelander og Frank Skog. Tilsamans mynda tekstirnir ein brotligan heim, har hendingar, fundir og fólk koma saman í einum polyrytmiskum harmonii. Framførslan er rútmað av The Great Learning Orchestra.
Framførslan var framførd á Svenska Teatrinum í heyst og tann 5. apríl er tíð til ferðafrumframførsluna á Turku Svenska Teatrinum. Síðani verður framført í Álandi, í Hamar, Stokkhólmi, Tórshavn og í Reykjavík. Leikurin er umleið 90 minuttir uttan steðg.
Á pallinum eru: Wilhelm Grotenfelt, Paul Olin, Paul Holländer, Johanna af Schultén og Mathilda Kruse. Arn-Henrik Blomqvist stendur fyri leikstjórnanini.
Leikurin verður framførdur á svenskum.
Ummælara- og áhoyrarameiningar frá heystinum:
"Tí tað, sum fólk angra mest, er ikki tað, tey gjørdu, men tað, tey ikki gjørdu. Á henda hátt gerst framførslan ein gagnlig áminning um tað neyðuga í lívinum og týdningin av at røkta familju- og vinarsambond"
- Siw Handroos Kelekay, finska avísin Västra Nyland
"Við deyðans ótroyttiliga eygnabrái noyðast vit at venda eygunum móti lívinum"
- Sofía Nyberg, finski tíðindamiðilin NyTid
"Ímynda tær, um vit kundu tosað líka nógv um deyðan, sum vit gera um barnagarð, skúla, arbeiði og mat - og líka natúrliga"
- Áskoðari
Aðrar dagfestingar:
Deil tiltakið

Fyriskipari
Havnar Sjónleikarfelag
Niels Finsensgøta 34
100 Tórshavn
+298268025
[email protected]
www.sjonleik.fo
V-tal: 317330