FESTÍVALHÖLL - Skeið at gera lýru
- Dagur:
- Týsdag 1. juli og mikudag 2. juli 2025 10:00-15:00
- Staður:
- Ungmannafelagið Virkið á Sandi
Lýruskeið
Bygg tína egnu lýru
Jens Villy lærir teg hvussu tú ger eina 3 ella 4-streingjaða lýru. Vit nýta grann til at gera kroppin, harðviður (ask, eik, tropiskur viður o.s.fr.) til stilliskrúvur, stilliskrúvuhaldara, streingjahaldara og saðil, og krossviður til ljóðbrettini, eftirgjørd sina ella, vónandi, hestahár til streingir. Henda lýran er fult virkin, og tú veitst hvussu tú kann gera fleiri lýrur eftir hetta skeiðið.
Lýran er eitt tað elsta streingjaljóðførið, vit kenna til. Hon sæst aftur til fornt Mesopotamia, umleið ár 3000 f.Kr., har hon varð nýtt í trúboðnum, festivalum, og av ferðandi sangarum at fortelja kenslubornar søgur. Lýran er víðagitin fyri sín fínleika, og hevur verið við í mytologi og list í ymsum samfeløgum - t.d. í Grikkalandi - sum fegnaðust um hana í skaldskapi og tónleiki. Ríki mentanarligi týdningurin hjá lýruni, saman við hennara snøgga sniði, hevur gjørt hana til eitt kærkomið ljóðføri gjøgnum tíðirnar, sum framvegis hugvekir tónleikarar í dag.
Skeiðsætlan:
- Yvirlit yvir lýru innan skandinavisku søguna og ymisk sløg av lýrum
- Innleiðsla til tilfarið, ið nýtast skal til at byggja eina lýru
- Yvirlit yvir amboðini, ið krevjast
- Skitsa tína lýru og fá skil á lutfallum
- Leiðbeining um, hvussu tú ger kroppin og hálsin á lýruni
- Vegleiðing til at seta streingirnar í og neyvstilla teir
- Mannagongdir til at gera lýruna lidna, eins og slíping og útskeringar
- Góð ráð um at verja og røkta lýruna
- Grundleggjandi teknikkur til at spæla á lýruni
Jens Villy er sera royndur lýrumakari og tónleikari. Hann er eisini partur av Krauka, sum hevur sín uppruna í, at søgusigarar høvdu tørv á tónleiki. Av tí sama fóru teir undir at byggja ljóðføri, og síðan til at spæla og gera víkingatónleik í 21. øld. Á Festívalhøll ber til at hoyra Trio Krauka spæla.
Málið er danskt (enskt eftir tørvi) og varar í 10 tímar deilt yvir tveir dagar. Avmarkað pláss á 10 luttakarar!
Skeiðið fer fram á Virkinum á Sandi. Í prísinum er atgongd til amboð undir skeiðnum, tilfar, eitt lítið víkingaábit og drekkamunnur.
Um lýran ikki er liðug upp á tveir dagar ber til at koma hósdagin 3. juli kl 10-13.
___________________________________________________
Lyre course
Build Your Own Lyre
Jens Villy will teach you how to make a 3 or 4 stringed lyre. We will work in spruce for the body. Hardwood (ash, oak, tropical wood etc.) for the pegs, pegholder, stringholder and saddle and plywood for the soundboards. Artificial sinew or hopefully horsehair for strings. While this lyre is fully functional, you will know how to make other lyres after this course as well.
The lyre is one of the oldest string instruments known to humanity. It dates back to ancient Mesopotamia, around 3000 BCE, where it was used in religious ceremonies, festivals, and by wandering minstrels to tell stories and convey emotions. The instrument is renowned for its delicate sound and has been featured in the mythology and art of various civilizations, including the Greeks, who celebrated it in their poetry and music. The lyre's rich cultural significance, combined with its elegant design, has made it a beloved instrument throughout history, continuing to inspire musicians today.
Course Plan:
- Overview of the lyre’s history in Scandinavia and exploration of different types of lyres
- Introduction to the materials needed for building a lyre
- Overview of the tools required for construction
- Sketching your lyre and understanding dimensions
- Step-by-step guidance on crafting the body and neck of the lyre
- Instructions for installing the strings and tuning mechanisms
- Techniques for finishing your lyre, including sanding and decorating
- Tips for care and maintenance of your instrument
- Basic techniques for playing the lyre
Jens Villy is a very experienced lyre maker and musician. He is also part of Krauka, which originated as storytelling in the need of music. That led to building instruments and further on to playing and making 21st century Viking music. At the Festívalhöll market you can hear Trio Krauka play.
Language is Danish (English if needed) and lasts 10 hours divided into two days. Limited number of 10 participants!
The course takes place at Sandur. The price includes access to tools during the course, materials, a Viking snack and drinks.
If the lyre is not done in two days it is possible to get one more day at July 3rd from 10 am to 1 pm.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Stuðulsfelagið Víkingabygd
Telefon +298 515116
[email protected]
www.festivalholl.fo
V-tal: 652113