Seinasta paradís á jørð

Dagur:
Mikudag 23. apríl 2025 20:00
Staður:
Løkshøll
KEYP

Sýning av filminum hjá Sakaris Stórá ' Seinasta paradís á jørð'Eftir filmin fer Herman Eliassen at hava eitt prát við Sakaris Stórá.

"Seinasta paradís á jørð" er ein rørandi uppliving, ein løtumynd av einum heimi í broyting. Filmurin samantvinnar søguna, um lívið sum verkafólk í eini lítlari føroyskari bygd, við persónligu menningarsøguna hjá høvuðspersónunum, tí unga Kára (Sámal H. Hansen) og systrini Silju (Bjørg B. Egholm). Í filminum roynir Kári, at finna sítt pláss í eini tilveru, har lívisins umstøður, kærleikin, vinir og samfelagsviðurskifti hála í hann.


Filmurin gongur fyri seg í eini broytingartíð, har færri og færri velja at vera búgvandi á smáplássunum. Men Kári er heimkærur. Hann trívist í tí einfalda lívinum í bygdini. Hann og systirin Silja syrgja í tøgn um mammuna, ið tey hava mist. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, meðan Silja stríðist við at megna skúlagongdina. Samstundis, sum pápi teirra (Hans Tórgarð) ikki megnar gerandisdagin í heiminum, og rýmir til skips og til tryggu og kendu karmarnar umborð. Men flakavirkið er hótt av at verða stongt, og við tí verður tilverugrundarlagið í bygdini broytt.


Tað er Sakaris Stórá, ið leikstjórnar. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 2017 við spælifilminum "Dreymar við havið". Men var áðrenn hetta nógv fagnaður fyri stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", umframt norska stuttfilmin "Passasjeren".


Sakaris hevur skrivað handritið í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger. Virðislønta Virginie Surdej er fotografur á filminum.

Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum.”

Deil tiltakið

Seinasta paradís á jørð

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210