Stovukonsert við Eyðun, Sámal og Lyon
- Dagur:
- Leygardag 22. mars 2025 20:00
- Staður:
- á Hólmafløtti, Dalsvegur 28, 235 Dalur
Tríggjar nærverandi stovukonsertir á Hólmafløtti - Lyon Hansen, Eyðun Nolsøe og Sámal Ravnsfjall.
Poppur, blús, rokkur og fólkatónleikur er leiðin vit fara á við hesum góðu monnum. Konsertin er ein innilig og hugnalig stovukonsert í Dali. Hon er deild upp í trimun. Hvør konsert er umleið 30 min. Ein stuttur steðgur er millum hvørja konsert.
Við í kostnaðinum er kaffi og kaka.
Eisini er møguleiki at keypa okkurt annað leskandi á staðnum
Við sorgblíðum, eyðkendum tónum frá blús og fólkatónleiki fer gøtumaðurin Lyon Hansen, at leiða okkum í sangheimin hjá honum, har hann við hesum íblástrið hevur skrivað sín tónleik.
Eyðun Nolsøe er er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik. Frá Tvøroyri kemur hann til Dals at spæla inniligar sangskattar frá hansara sangkistu, ið vit kenna nógvar frá.
Sámal Ravnsfjall, ið er kendur sum fólkatónleikarIN, hevur skrivað sangir og løg sum eru vorðin fólkaogn. Hann fer at ríka okkum um løtuna, bæði við rokki, folkatónleiki og blús.
So kom avstað til Dals, hetta verður gott!
Deil tiltakið

Fyriskipari
Visit Sandoy
Mørkin Mikla 3
210 Sandur
+298 222078
[email protected]
www.visitsandoy.fo
V-tal: 550655