ASA Stovukonsert
- Dagur:
- Sunnudag 16. mars 2025 20:00
- Staður:
- Inni á Fløtum 22, 180 Kaldbak
Kom og uppliv ASA heilt tætt í hugnaligari stovukonsert í Kaldbak. Ása Helena Brynjarsdóttir eitur dugnaliga føroysk-íslendska songkvinnan, sum við síni livandi rødd og beinraknu tekstum, bergtekur, og bjóðar lurtarum inn í sítt kensluborna univers, at sveima eftir tabuiseraðum gøtum, við sárbærum lívsspurningum.
Ása hevur verið virkin sum sangari og sangskrivari í nógv ár, og hevur framført til hópin av tiltøkum, so tú hevur kanska sæð hana á Húsagongd í Sandavági, umborð á Norønnu, til Skrapt í Havn, í Essabar, Irish ella Oy, ella til Sement 2024, har hon varð nummar trý og kosin at framføra á SPOT festivalinum í Aarhus.
Nú verður tað so í Kaldbak, at Ása fer at spæla egin løg og onkur covers/lænd løg.
Einans 25 pláss eru, so tað er at skunda sær at keypa atgongumerki.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Huus Artistar
Inni á Fløtum 22
FO-180 Kaldbak
Telefon +298 260120
[email protected]
V-tal: 668273