FESTÍVALHÖLL - Skeið at gera beinfloytu

Dagur:
Týsdag 1. juli 2025 10:00-15:00
Staður:
Ungmannafelagið Virkið á Sandi
KEYP

Beinfloytuskeið

Ger tína egnu floytu úr seyðabeini.

Í samband við ársins Festívalhöll, fer Aksel Striim at læra frá sær, hvussu man ger eina floytu úr seyðabeini og úr elektrikararøri og úr hyllugrein.

Floytan er eitt av teimum elstu kendu melodisku ljóðførunum. Hon hevur verið brúkt í mongum ymiskum mentanartjóðum, og hevur verið spælt gjøgnum allar tíðir.

Onkur heldur, at tær elstu beinfloyturnar eru yvir 43.000 ára gamlar. Í Danmark eru beinfloytur funnar frá víkingaøldini.

Yvirtónafloyturnar finnast serliga í Noregi, eins og tann langa pílafloytan. Siðvenjan er, at hon verður gjørd úr langari beinari pílagrein. Vit fara at gera eina úr einum elektrikararøri, og víst verður, hvussu hon kann gerast úr einari hyllugrein.

Skeiðsætlan:

  • Søguliga og teoretiska bakgrundin fyri beinfloytir er endurskoðað
  • Beinini verða reinsaði
  • Tónaholið verður gjørt
  • Pípurásin verður gjørd og stillað við býfluguvoksi, og vit hoyra fyrsta tónan
  • Fingraholini verða gjørd á floytuni, og tónarnir stemmaðir
  • Floytan verður snøggað við sandpappíri og prýdd

Aksel er sera royndur floytumakari og tónleikari. Hann er eisini partur av Krauka, sum hevur sín uppruna í, at søgusigarar høvdu tørv á tónleiki. Teir fóru tí undir at byggja ljóðføri, og víðari til at spæla og gera 21. ølds víkingatónleik. Á Festívalhøll ber til at hoyra Trio Krauka spæla.

Málið er danskt (enskt eftir tørvi) og varar í 5 tímar. Ávmarkað pláss á 10 luttakarar! 

Skeiðið fer fram á Virkinum á Sandi. Í prísinum er atgongd til amboð undir skeiðnum, tilfar, eitt lítið víkingaábit og drekkamunnur. 

Man er vælkomin at taka sína egnu hyllugrein ella pípulegg við.
___________________________________________________

Bone flute course

Make your own flute in sheep bone.

At this year's Festívalhöll, Aksel Striim will teach you how to make a flute from sheep bones and from electrician’s pipe and maybe from elder tree.

The flute is one of the oldest known melodic instruments. It has been found in many different cultures and has been played throughout the ages.

Some believe that the oldest bone flutes are over 43,000 years old. In Denmark, bone flutes have been found dating back to the Viking Age.

The overtone flutes are found especially in Norway, like the long willow flute. Traditionally, it is made from a long straight willow branch. We will make one from an electrician's pipe and maybe from an elder branch.

Course plan:

  • The historical and theoretical background for bone flutes is reviewed
  • Cleaning the bones
  • Production of the tone hole
  • The wind channel is made and adjusted with beeswax and we hear the first note
  • The finger holes are made on the flute and the notes are tuned
  • The flute is polished fine and decorated

Aksel is a very experienced flute maker and musicians. He is also part of Krauka, which originated as storytelling in the need of music. That led to building instruments and further on to playing and making 21st century Viking music. At the Festívalhöll market you can hear Trio Krauka play.

Language is Danish (English if needed) and lasts 5 hours. Limited number of 10 participants!

The course takes place at "Virkið" in Sandur. The price includes access to tools during the course, materials, a Viking snack and drinks.

Deil tiltakið

FESTÍVALHÖLL - Skeið at gera beinfloytu

Fyriskipari

Stuðulsfelagið Víkingabygd
Telefon +298 515116
[email protected]
www.festivalholl.fo
V-tal: 652113