Sandoy hálvmarathon
- Dagur:
- Fríggjadag 16. mai 2025
- Staður:
- Sandur
Dýrabiðidag 16. mai 2025 verður Sandoy hálvmarathon fyri allarfyrstu ferð!
Um Sandoynna skrivaði skaldið Heðin Brú at hon var "ungmoyggin millum oyggjar í Føroyum" og at líkt var til at skaparin var komin úr konugildi, tá hann myndaði oynna.
Hesar serstaku fløturnar og lágu fjøllini eru eyðkenni fyri Sandoynna og valda rutan til komandi hálvmarathon ger sær dælt av vakra umhvørvinum og serstaka upplivilsinum tað er at renna ella ganga her.
Fyriuttan hálvmarathon teinurin, ið inniheldur tiltikna túrin kring Sandsvatn, umframt ein og vakran túr út í Søltuvík, so verður eisini møguligt at tekna seg til ein stytri tein og harvið luttaka í tann mun tit sjálvi ynskja.
21 km langi hálvmarathonteinurin kostar 500 kr, meðan stytru teinarnir, Søltuvík-Sand ella kring Sandsvatn kosta 400 kr.
Allir luttakarar fáa nummar, frukt og vatn á øllum túrinum og ábit frá MOWI, tá man kemur á mál, har øll fáa serstakt heiðursmerki og undirhald verður fyriskipað eftir lokna kapping.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum suður í Sandoynna til ein hugnaligan og stuttligan hálvmarathon dag í einastandandi flottum og søguríkum umstøðum.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Alt Events
+298 508023
[email protected]
V-tal: 623490