Garpar - undirhald og konsert í Gamla skúla

Dagur:
Leygardag 31. mai 2025 20:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági
KEYP

Vælkomin til eina jaliga og festliga konsert við Gørpum í Gamla skúla 31. mai kl. 20.

Garpar er eitt 3 ára gamalt manskór úr Sørvági, sum framførir og undirheldur til veitslur og tiltøk runt Føroyaland. Garpar hava tvey tey seinastu árini verið á venjingarlegum uttanlands. Hesar venjingarlegur hava altíð verið í maimánaða. Í 2023 vóru teir í Edinburgh og í fjør vóru teir í París. Tá Garpar eru komnir aftur av venjingarlegu, hava teir havt konsert í Gamla Skúla.

Í mai í ár gongur leiðin til Keypmannahavn, og tá Garpar koma aftur av venjingarlegu í danska høvuðsstaðnum, fara teir, sum siður er, at hava konsert í Gamla skúla. Har fara teir at syngja fleiri sangir, sum teir ikki hava framført áður. Millum sangirnar verður eisini lætt undirhald.
Í dag eru 14 mans í kórinum og Rúna á Rógvu er teirra kórleiðari.

Vit síggjast í Gamla skúla í Sørvági leygarkvøldið 31. mai kl. 20, og dyrnar lata upp kl. 19:30.
Áðrenn konsertina og í steðginum verður møguligt at keypa okkurt drekkandi og etandi. 

Deil tiltakið

Garpar - undirhald og konsert í Gamla skúla

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu