Konsert við Lenu Anderssen og bólki í Gamla skúla

Dagur:
Leygardag 10. mai 2025 20:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági
KEYP

Lena Anderssen við bólki í Gamla skúla í Sørvági.

Leygarkvøldið 10. mai fær Gamli skúli forkunnuga vitjan, tá Lena Anderssen kemur at framføra saman við bólki, ið er mannaður av Jóhannus á Rógvu Joensen, Josva Debes, Kim Hansen, Hans Poulsen og manni og samstarvspartnara hennara Niclas Johannesen.

Tað er ikki á hvørjum degi, at Lena hevur konsert við so stórum bólki afturat sær. Í mai mánaða verður tað júst eitt ár síðani, at songkvinnan hevði tvær sera væl fagnaðar útgávukonsertir í Løkshøll, og hetta verður fyrsta konsertin, har høvið verður at hoyra Lenu við júst somu manning, ið telir fleiri av okkara sera dugnaligu tónleikarum.

Við útgávum sum Can’t Erase It, Let Your Scars Dance, Letters From The Faroes, og Eagle In The Sky, hevur Lena staðfest sítt navn sum artistur í Føroyum – og eisini uttanlands. Hon hevur havt “ugens album” á P4 hjá Danmarks Radio, hon hevur verið “Artist of the Week” á BBC í Norðurírlandi, og hennara tónleikur hevur verið brúktur í fleiri amerikonskum sjónvarpsrøðum.

Í januar 2024 kom útgávan State of the Land á marknaðin og fleiri løg av henni hava verið nógv at hoyrt. Teirra millum Aimee, Good To Be Kind, The Lark, Home Tonight, The Airport og onnur við.

Somuleiðis gav Lena sítt fyrsta føroyska lag undir egnum navni út í oktober. Dugir Tú At Tosa Føroyskt hevur verið nógv at hoyrt, og er fyrsta staklagið av komandi føroysku útgávuni, sum kemur út á vári 2025. Roknast kann við, at nøkur nýggj føroysk løg eisini vera ein partur av skránni hetta kvøldið, samstundis sum áhoyrararnir helst eisini sleppa at hoyra góðar gamlar klassiskar úr hennara stóra sangskríni.

Konsertin byrjar kl. 20, og dyrnar lata upp kl 19:30.

Áðrenn konsertina og í steðginum verður møguligt at keypa okkurt drekkandi og etandi. Dansistovan stendur fyri tí.

Verið hjartaliga vælkomin!

Deil tiltakið

Konsert við Lenu Anderssen og bólki í Gamla skúla

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu