Íslendskur filmur: Einvera

Dagur:
Hósdag 13. mars 2025 19:30
Staður:
Løkshøll
KEYP

EINVERAEitt vinarlag tvørtur um ættarlið broytir tilveruna hjá tveimum einsamøllum sálum í hesum sjarmerandi og rørandi filminum, sum íslendska Ninna Pálmadóttir hevur leikstjórnað og Rúnar Rúnarsson (Volcano og Lysbrud) hevur skrivað. Gunnar hevur eina friðaliga tilveru úti á bygd í Íslandi men verður tvungin av statinum at selja sín bústað. Hann letur alt liggja eftir tá ið hann flytir til høvðusstaðin og byrjar eina nýggja tilveru har. Men her er hann enn meira avbyrgdur enn har hann búði áður - inntil eitt vinarliga við grannan Ari spakuliga mennir seg. Men eitt vinarlag millum Gunnar, sum er á miðjum aldri og Ari - ein 10 ára gamlan drong - kann vekja bæði illgruna og ampa í grannalagnum. Men tað, ið ger søguna um Gunnar og Ari so rørandi er júst, hvussu stórt virði liggur í hesum vinarbandinum. Pálmadóttir gevur søguni hjá Rúnarsson hita, kenslusemi og dybt. Á ein stillføran hátt fagnar Einvera ta umsorgan og tann ugga, sum eitt óvæntað vinarlag kann geva tveimum einsligum persónum, sum tørva meira vinsemi í tilveruni. Kostnaður 90 kr + 8 kr í avgjaldi

Deil tiltakið

Íslendskur filmur: Einvera

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210