Eksperimenterandi akvarell við náttúruni sum íblástur v/myndlistakvinnuni Ingrid Møller
- Dagur:
- 12.-13. apríl 2025
- Staður:
- Listastovan
Verkstova, har tú letur eyguni upp fyri teimum mongu fantastisku møguleikunum og úttrykksmátunum, sum akvarellin rúmar.
Tað hevur ongan týdning, um tú ert roynd/ur ella nýbyrjari – tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at spæla og eksperimentera. Øll eru vælkomin!
Vit fara ígjøgnum tilfarið og teir grundleggjandi teknikkirnar í akvarellmáling. Vit kanna, hvørjir møguleikar eru við penslinum, og royna eisini onnur málingaramboð. Vit mála vátt í vátt, við nógvum vatni og litum – gjarna við stórum pensli – og síggja, hvat hendir, tá litirnir flóta og vit sleppa tamarhaldinum.
Tíð verður til nógvar royndir og fordjúping. Eisini verða framløgur/framvísing. Sunnudagin enda vit við eini felags gjøgnumgongd. Undirvíst verður á donskum.
Fríggjadagin 11. apríl kl. 18.00–21.00 verður opið í Listastovuni. Her kanst tú seta teg til rættis og kanska longu byrja sjálv/ur. Hugnaligt kvøld við kaffi og køku.
Tilfar at hava við:
✔ Akvarellpappír (300 g, gjarna leys ark)
✔ Akvarelllitir (gjarna tubulitir, French Ultramarine, Antwerp Blue, Burnt Sienna, Raw Sienna, Pains Gray, Natural Tint)
✔ Blíantur (bleytur)
✔ Akvarellpenslar (rundir og breiðir – gjarna ódýrir frá Søstrene Grene, stórir (nr. 24-26) og smáir)
✔ Málitape & pláta til at festa pappírið á
✔ Køksrullu ella klútar
✔ 2 gløs ella íløt til vatn
✔ Gamalt handklæði ella lak
✔ Møguliga eitt brúkt gjaldskort & vatnspreiðara
Myndir at hava við: Landslagsmyndir ella úrklipp av motivum, tú hevur hug at arbeiða við.
Hevur tú spurningar? Ring ella skriva til Ingrid +45 2991 9628 ella [email protected]
Tú skalt sjálv/ur hava matpakka við til báðar dagarnar.
Kostnaður: 1.200 kr. + avgreiðslugjald (inkl. kaffi & te).
Bíðilisti verður gjørdur við fullteknað skeið.
Set teg í samband við:
Jórun Haraldsen – tlf. 53 28 95
[email protected]
Deil tiltakið

Fyriskipari
Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045