Verkstova í myndatøku við fartelefon

við Beintu Haraldsen
Dagur:
Mikudag 19. mars 2025 10:00-16:00
Staður:
Fiskastykkið
KEYP

Kundi tú hugsað tær at dugað betur at tikið myndir við fartelefoninini? So er hetta skeiðið til tín! Mikudagin 19. mars verður heildagsverkstova á Fiskastykkinum, har undirvíst verður í grundleggjandi myndatøku og myndaviðgerð.


Mong, sum arbeiða innan fyri ferðavinnu, hava tørv á góðum myndum til at marknaðarføra sína fyritøku. Hetta fellur lætt hjá summum, meðan onnur hava torførari við at taka góðar myndir. 

Á hesari verkstovuni læra starvsfólk í ferðavinnuni um grundleggjandi myndatøku við fartelefon. Verkstovan er ætlað nýbyrjarum, men øll eru sjálvandi vælkomin við og ongin grundvitan krevst frammanundan. 

Á verkstovuni fer Beinta Haraldsen at undirvísa í myndabygnaði, ljósi, litum, portrettmyndum, detaljumyndum og myndaviðgerð við fartelefon. Eisini fer hon at greiða frá góðum vanum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær.


Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg.



Deil tiltakið

Verkstova í myndatøku við fartelefon

Fyriskipari

Visit Faroe Islands
Í gongini 9
100 Tórshavn
+298 666 555
[email protected]
www.visitfaroeislands.com
V-tal: 610186