Barnakonsertin 2025
- Dagur:
- Sunnudag 6. apríl 2025 16:00
- Staður:
- Varpið
Barnakonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur 2025
Føroya Symfoniorkestur og Annfinnur Heinesen framføra ævintýrið "Veiða Vind" í Varpinum
4000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya Størsta Orkestur spæla barnakonsertir í Varpinum og í Norðurlandahúsinum.Sjónleikarin og frásøgumaðurin Annfinnur Heinesen fer at fortelja tykkum ævintýrið Veiða Vind.
Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri.Verkið, sum Kári Bæk hevur skrivað, er vorðið ein varði í føroysku tónleikasøguni og er m.a. framført í Íslandi og í Onglandi.
Ein almenn konsert verður í Varpinum í Klaksvík, og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum í Havn. Harafturat verða 10 konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum. Á konsertini verða eisini onnur løg á skrá, tónleikur sum tit hava hoyrt áður og kenna væl.
Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu.
Komponistur: Kári Bæk
Søga: Rakel Helmsdal
Tekningar: Janus á Húsagarði
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Annfinnur Heinesen
Tíð: Sunnudagin 6.apríl kl. 16.00
Stað: Varpið
Kostnaður: Vaksin 185 kr., børn 4-12 ár 85 kr.
Deil tiltakið

Fyriskipari
VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373