Føroya bestu vørumerki 2024

Dagur:
Fríggjadagin 28. februar kl. 13.00
Staður:
við Tjarnir
KEYP

Føroya bestu vørumerki verða kosin fyri fyrstu ferð. Í framúrskarandi kørmum Við Tjarnir heiðra vit vørumerki, sum skara framúr og hava vunnið eitt heilt serligt pláss í okkara hugaheimi.

Á tiltakinum kjósa og heiðra vit Føroya bestu vørumerki í trimum flokkum, spennandi fyrilestrar vera við altjóða og heimligum branding serfrøðingum umframt sofaprát um branding. Eisini bjóða vit okkurt gott í glasið og leskiligt ábit og møguleiki at síggja stásiligu stórhøllina Við Tjarnir. Ein einastandandi møguleiki at fáa íblástur frá bestu føroysku vørumerkjum og dugnaligum serfrøðingum og at hitta onnur við brennandi áhuga fyri branding og starvsfólkabranding.

​Tiltakið er ætlað øllum sum fáast við branding, marknaðarføring, sølu, kundatænastu, vørumenning, HR, starvsfólkabranding og leiðslu og menning av vørumerkjum sum heild.  

Kl. 13:00 - Vælkomin. Vit bjóða okkurt leskiligt og tit kunnu uppliva stásligu stórhøllina og vakra útsýnið

Kl. 13:30 - Fyrilestrar

Kl. 14:40 - Støðgur

Kl. 15:00 - Føroya bestu vørumerki verða kosin og prát við vinnararnar 

Kl. 15:30 - Sofaprát um branding

Kl. 16:00 - Liðugt

Deil tiltakið

Føroya bestu vørumerki 2024

Fyriskipari

brandr
+298 517950
[email protected]
www.brandr.fo
V-tal: 659754