jazzygold útgávukonsert í Listastovuni

Dagur:
Fríggjadag 14. februar 2025 19:30
Staður:
Listastovan
KEYP

Kom til eina serstaka útgávukonsert við jazzygold í Listastovuni!

Tann 14. februar 2025 verður Listastovan karmur um eina serstaka konsert við jazzygold, ið nú endiliga fer at spæla heima í Føroyum eftir at hava ferðast runt í Evropa við sínum tónleiki. Hetta kvøldið fer hon at hátíðarhalda útgávuna av síni debut-EP, it’s been a while, sum verður útgivin sama dag, tann 14. februar.

EP’in it’s been a while er ein søga um tilveru, kenslur og samleika. Hon inniheldur seks sterkar sangir, ið varpa ljós á ferðina hjá jazzygold gjøgnum lívið – frá røtrunum í Føroyum og Kenya og til hennara nógvu upplivingar í heiminum. Sangirnir spegla bæði tað vakra og tað torføra, við einari ljóðmynd, sum blandar popptónleik og r&b. Millum teirra eru “homerun,” “ex-friends,” og tað nýggjasta staklagið ‘’gold’’.

jazzygold er longu eitt kent navn uttanlands og hevur framført á stórum pallum í Bretlandi, Íslandi, Hollandi og Noregi. Hon hevur bygt sær eitt navn sum ein listakvinna, ið torir at seta orð og tónar á tað svárasta, og hetta hevur eisini givið henni eina tilnevning til FMA 2024 fyri “Ársins spíri’’.

Hetta er bara byrjanin á einum spennandi 2025 fyri jazzygold – men byrjanin byrjar her, saman við tær, í Listastovun.

Kom og uppliv eina einastandandi tónlistarliga ferð og hátíðarhald!

Deil tiltakið

jazzygold útgávukonsert í Listastovuni

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045