Bókaframløga & sofaprát við Gunnar Hjelm & Hans S. Egholm
- Dagur:
- Mikudag 19. mars 2025 20:00
- Staður:
- Úti á Gjógv í Sandavági
Kom og lurta eftir áhugaverda lívinum hjá Gunnar Hjelm, mikudagin 19. mars kl 20 Úti á Gjógv í Sandavági
Høvundurin kemur at leggja bókina fram og lýsir Gunnar Hjelm sum ítróttarmann. Ein pisasligan drong, sum hevði sínar dreymar.Pápin var vátligur, og mamman rýmdi til Danmarkar. Gunnar aftaná stutt eftir.
Á flatlondum fann Gunnar skjótt stevið í eini ítróttargrein, ið føroyingar vistu lítið um. Bodybuilding.
Hann varð skírdur forfeingiligur apukattur í Føroyum, men hann treivst í leiklutinum og vandi hart til donsku meistaraheitini í 1990 og 1995. Besta tíðin í lívið hansara. Gunnar fekk familju, alt tóktist gangast væl, og tey fluttu til Føroya. Men so fór at ganga aftur á hond, og brotasjógvarnir tóku at skola inn yvir lív hansara.Hann fótaði sær ikki og hoyknaði, men við treiskni og seiggi kom hann aftur á beint. Framtíðin sá aftur ljós út, men so róku enn eina ferð myrk skýggj yvir lív teirra. Tey fingu tvey sjúk børn og mistu annað.
Hetta og mangt annað forvitnisligt fert tú at hoyra um Úti á Gjógv í Sandavági 19. mars kl 20.
Tað er Hans S. Egholm sum hevur skriva bókina, og er hon útselt kring alt landið.
Deil tiltakið
Fyriskipari
Fiskastykkið / Úti á Gjógv
Úti á Bakka 12
360 Sandavágur
250600
[email protected]
https://www.fiskastykkid.fo
V-tal: 635715