Marius DC og Silvurdrongur

Dagur:
Fríggjadag 21. februar 2025 21:00
Staður:
Listastovan
KEYP

Marius DC og Silvurdrongur, tveir av Føroya mest spennandi og nýskapandi listamonnum, hittast í Listastovuni fríggjakvøldið 21. februar kl. 21.00.

Marius DC. Hann er nýskapandi í sínum ljóð- og tekstskapan, har hann við djúpari persónligheit granskar samleika og eksistentiellar spurningar. Hetta ger hann við sínum grensubrótandi rappi, ið sameinir ungliga orku við eini fangandi pallsligari útstráling.

Marius DC útgav sína triðju studioútgávu, Listamaður, tann 23. november 2024. Hetta er hansara fyrsta heildarútgáva við nýskrivaðum tónleiki á móðurmálinum. Eftir fimm ár á føroyska tónleikapallinum, er Listamaður ein djørv og sjálvreflektarandi pláta, har hann granskar sína samleika, listarligu leið og støðu á tónleikapallinum.

Tittulin Listamaður varð fyrst brúktur av Marius sum 10 ára gamal, tá hann hevði sína fyrstu listaframsýning undir navninum Marius Listamaður. Men Marius hevur skift pensil og tusj út við rím og tónleik, og støðugt er tónleikurin og ikki minst tekstirnir mentir. Á Listamaður setur hann eina nýggja kós við synth-tungum ljóði og djúpum tekstum, sum lýsa eina eksistentiella kreppu.

Hann kemur styrktur út hinumegin, tá EP’in endar við eini paradoksalari samrøðu millum 20 ára gamla Marius DC og 7-ára gamla Marius. Høvuðsspurningurin á EP’ini er: "Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur?"  Og svarar unga útgávan av Marius: "Listamaður." 


Silvurdrongur. Við sínum hypnotisku ljóðmyndum, dystopiiskum tónum og skapandi tekstum bjóðar hann eitt myrkt, men fangandi univers, har hann granskar tilveru og list við einum avantgardistiskum ans fyri detalju.

Silvurdrongur, ein fjølbroyttur føroyskur listamaður, arbeiðir við skaldskapi, tónleiki og filmi. Farna summar útgav hann sína aðru plátu ‘nú æt eg eftir ánni’, sum hevur fingið framúr ummæli í útlendskum miðlum. Millum annað skrivaði The Fader um plátuna: "... the album threads this needle with wondrous, hypnotic soundscapes that provide a strange, disarming setting for Silvurdrongur’s venomous bars."

Í oktober gjørdist Silvurdrongur nummar trý í eini altjóða tónleikakapping í Italia, og í november framførdi hann á Iceland Airwaves við góðari undirtøku. Komandi várið bíða spennandi útlendskar konsertir, men fyrst framførir bólkurin í Listastovuni í Miðvági.

Manningin er Jan Rúni Poulsen, Torleik Mortensen, Andreas Restorff, Ragnar Finnsson, Trygvi Danielsen og møguliga onkrir gestir.

Deil tiltakið

Marius DC og Silvurdrongur

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045