AQUA (DK)
- Dagur:
- Leygardagin 8. mars 2025 kl. 17.00
- Staður:
- við Tjarnir
Vit gleða okkum at bjóða heimskenda bólkinum AQUA vælkomnan á pall við Tjarnir. Hetta verður ein uppliving uttan samanbering!
- #1 í 35 londum
- 300 gull- og platinplátur
- 33 milliónir plátur seldar
- Størsta poppfyribrigdið í 90’unum
- Útseldar konsertir kring allan heimin
Og sjálvandi hittið "Barbie Girl", ein sensatión við yvir 1,5 milliard hittings á YouTube.
Umframt AQUA fara føroyskir tónleikarar at spæla bæði áðrenn og aftaná, AQUA hevur verið á pallinum. Millum føroysku tónleikararnar kunnu nevnast: Hamradun, Tinganest, Jens Marni Band, Ester Skála, DJ Kingz og DJ Martin Kjærbo.
Til ber at keypa ymisk sløg av atgongumerkjum. Vel millum:
- Sitipláss í tribununum
- Standipláss á gólvinum
- Luksuspakki: Slepp undan bíðirøð, njót munnbitar og boblur í serligum høli við atgongd til barr, og fá møguleika at heilsa uppá AQUA
Hetta verður helst størsta innandurða showið í Føroyum í 2025!
Deil tiltakið
Fyriskipari
Stage.fo
+298503080
[email protected]
www.stage.fo
V-tal: 659754