Pílagrímsferðin til New Orleans

Fyrilestur í myndum, orðum og tónleiki
Dagur:
Fríggjadag 31. januar 2025 19:00
Staður:
Føroyahúsið í Keypmannahavn
KEYP

Nú kanst tú hoyra spennandi fyrilesturin hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina til Amerika, har hann leitar aftur til tann fantastiska tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar í USA og toppaði við Elvis Presley, áðrenn tónleikurin ígjøgnum Radio Luxembourg skolaði inn yvir Føroyar, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík, tá harður streymur varð settur á tónleikin. 

Kom við til eitt hugnaligt tiltak við fyrilestri og tónleiki, sum verður hildið í samband við nýggju bókina 'Endiliga - rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar', sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.

Við atgongumerkinum fært tú:

- Fyrilesturin í myndum, orðum og tónum

- Bókina tá hon kemur út tann 29. mars 2025

- og eitt super kvøld í Føroyahúsinum


Atgongumerki á Atgongumerki.fo.

Deil tiltakið

Pílagrímsferðin til New Orleans

Fyriskipari

Kaisa
Hvíthúsbrekka 3
FO-700 Klaksvík
Telefon +298 210610
[email protected]
V-tal: 624306