Ráðstevna um ítrótt og rørslu (ókeypis)

Frá spælandi børnum til stór avrik
Dagur:
31. januar 2025 frá kl. 9.00 - 14.30
Staður:
Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn 31. januar 2025
KEYP

Fróðskaparsetrið og Ítróttasamband Føroya bjóða til spennandi ráðstevnu um ítrótt:

Frá spælandi børnum til stór avrik

Kom við, hoyr, og fá íblástur til, hvussu vit øll – í barnagørðum, skúlaverkinum, ítróttarfeløgum og kommunum – kunnu skapa karmar, sum stuðla ítrótti, rørslu og trivnaði í okkara samfelag.

Á skránni eru framløgur frá bæði føroyskum og altjóða granskarum, ið lýsa nýggjastu kanningar og arbeiðið innan ítrótt, heilsu og trivnað. Íðkarar deila sínar persónligu royndir, og stovnsleiðarar greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin. Harumframt verður ein framløga um nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking og menning innan ítrótt, heilsu og vælveru fyri allar føroyingar - børn, ung og eldri í Føroyum.

Skrá:

Evni 1: Børn og rørsla

Verkætlan: ” Generation Healthy Kids” - hvat siga fyrstu royndirnar?

  • Louise Thirstrup Thomsen, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse, Bispebjerg og Frederiksberg Hospital
  • Verkætlan: “FitFirst Suðuroy” - rørsluvon børn

    • Bára Berghamar Danielsen, Námslektari í heilsu, kroppi og rørslu, Námsvísindadeildin.

    Rørsla sum námsfrøðiligt amboð í gerandisdegnum

    • Morten Hust Petersen, leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna

    Evni 2: Frá spælandi børnum til stór avrik

    Hvussu nógv skulu vit koyra á kroppin, tá hann stendur í vøkstri?

  • Halvard Grendstat, Phd, deildin fyri kropslig avrik, Norges Idrætshøgskole.
  • Burðardyggar ítróttaleiðir

    • Signar Hilmarsson, Verkætlanarleiðari, Ítróttasamband Føroya

    Mín ítróttaleið - fýra íðkarar greiða frá síni ítróttaleið

    Kjak um “Spælandi børn og stór avrik”

    Miðmáli: 12.15 - 12.45

    Evni 3: Hagtøl og møguleikar við Tjarnir

    Rørslukanningar (tracking) av børnum, eldri, sjúklingum og sjúklingum

  • Magni Mohr, Ph.d, professari í arbeiðs- og ítróttafysiologi, Deildin fyri Heilsu og Sjúrakrøktarvísindi.
  • Føroyska kvinnufótbóltsverkætlanin

    • Eli Nolsøe Leifsson, PhD lesandi, Deildin fyri Heilsu og Sjúrakrøktarvísindi

    Uppsamlandi prát - Kunnu vit seta okkum ítøkiligt mál tvørtur um geirar?

    --​

    Orðstýrari: Eydna Skaale

      Deil tiltakið

      Ráðstevna um ítrótt og rørslu (ókeypis)

      Fyriskipari

      Ítróttasamband Føroya
      Eystara Bryggja 30
      Postsmoga 223
      FO-110 Tórshavn
      +298 312606
      [email protected]
      www.isf.fo
      V-tal: 333603