Konsert við Tórfríð & Niclas Hera í Sjóvarstovu við Sjógv
- Dagur:
- Leygardag 8. februar 2025 20:00
- Staður:
- Sjóvarstova við Sjógv
Tórfríð & Niclas Heri “í dur & mol”
Leygarkvøldið 08. februar kl. 20:00 verður ein hugnalig konsert í Sjóvarstovu við Sjógv við Tórfríð Tavsen & Niclas Hera Jákupsson.
Komið og upplivið autentisku konsertina “í dur og mol”, har tú sum áskoðari verður leiddur ígjøgnum eitt hav av tónum og orðum, sum røra allar tínar hjartastreingir.
Á reyðum leypara og við vælkomstdrykki verður tú boðin inn í hugnaligu Sjóvarstovu, har tú við sangum og søgum, sum bæði eru í dur og mol, fær eina heildaruppliving av lívinum og øllum teimum avbjóðingum og møguleikum, sum lívið gevur okkum menniskjum.
Ummælir frá undanfarnum konsertum:
"Rørandi, vøkur og samstundis stuttlig konsert"
"Ein fantastisk uppliving, har tú bæði hevur hug at gráta og flenna í kíki."
"Hesa konsert vil eg viðmæla øllum mínum nærmastu"
Sangur og hugleiðingar: Tórfríð Tavsen & Niclas Heri Jákupsson
Á klaverinum: Magni Husgaard
Verið hjartaliga vælkomin til hetta serstakliga hugnaliga kvøldið.
Deil tiltakið
Fyriskipari
Niclas Heri Jákupsson
525525
[email protected]