Faroese Music Awards 2025
- Dagur:
- Fríggjadag 21. mars 2025 20:00
- Staður:
- Varpið
FMA 2025 í Varpinum
Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Hetta er á triðja sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya.
"Tað gleðir Tónleikasamband Føroya at vera ein partur av FMA og vit vilja gera okkara besta fyri, at tiltakið kann umboða alt føroyska tónleikaumhvørvið á dyggasta hátt"
Hesuferð verður FMA heilt serligt. Vit fara fyri fyrstuferð at ferðast út um Havnina og til Klaksvíkar, har stásliga nýggja mentanarhúsið Varpið verður karmur um árligu virðislønarhandanirnar og mongu, serstøku tónleikaframførslurnar, fríggjarkvøld tann 21.mars í 2025. Og sjálvandi ber eisini til at fylgja við heima í føroysku stovunum.
Spæl Føroyskt verður 22.februar til 2.mars og er hesaferð sostatt Ikki vikuna undan FMA í 2025.
Tónleikaframførslurnar á FMA verða avdúkaðar so hvørt men longu nú eru trý nøvn kunngjørd:
- LENA ANDERSSEN
- HAMRADUN
- TAMARA
Vit gleða okkum at síggja teg á FMA!
Deil tiltakið
Fyriskipari
Tónleikasamband Føroya
Varðagøta 38
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 282107
[email protected]
https://musikk.fo/
V-tal: 662488