SSP Kveikingardagurin

Ymisk sjónarmið innan fyribyrging
Dagur:
Fríggjadagin 7. februar 2025 kl. 9.00 - 15.15
Staður:
Hotel Føroyar
KEYP

SSP Kveikingardagur 2025

Starvast tú innan barna- og ungdómsøkið í Føroyum í breiðastu merking?


So kom við til Kveikingadagin hjá SSP har vitan og íblástur innan fyribyrging er á breddanum.

Kveikingardagurin er dagurin, har vit hittast tvørtur um geirar við tí máli, at vit í felag kunnu gera okkara til, at børn og ung trívast í Føroyum.



Dagurin er ætlaður starvsfólkum á barna- og ungdómsøkinum, politikarum og øðrum áhugaðum.


Evnið ið er karmur um kveikingardagin er: Ymisk sjónarmið innan fyribyrging.

Vit forvitnast og kanna nærri ymiskar mátar at arbeiða fyribyrgjandi innan børn og ung. Við íblástri frá íslendska frymlinum, hoyra vit  m.a. um donsku verkætlanina Fælles om ungelivet, ið byrjaði sum pilotverkætlan frá 2020 – 2024 og nú er víðka til fleiri kommunur í Danmark.

Eisini frætta vit um studentapresta – skipanina, ið er ein 3 ára royndarverkætlan, hoyra nærri um, hvat føroyskur ungdómur hevur av tilmælum til føroyska samfelagið og mangt annað.


So kom við til ein kveikjandi dag, og hoyr nærri um ymisk sjónarmið innan fyribyrging, sum hava týdning fyri tað góða barna- og ungdómslívið.

Nær: Fríggjadagin 7. Februar 2025 kl. 9:00 – 15:15

- skráseting og morgunmatur frá 8:00 – 9:00

Hvar: á Hotel Føroyum

Prísur: 475 kr.


Skráin og kunning um fyrilestrahaldararnar sæst her 

Er tørvur á rokning verða tit biðin um at senda teldupost til [email protected]


Deil tiltakið

SSP Kveikingardagurin

Fyriskipari

SSP Ráðgevingin
RC effersøesgøta 26
100 Tórshavn
222694
[email protected]
ssp.fo