Ráðstevna: Hvussu fáa Føroyar atgongd til viðkomandi marknaðir?

Dagur:
Hósdag 24. oktober 2024 13:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til spennandi ráðstevnu um hvussu ein pinkutjóð sum Føroyar fær atgongd til viðkomandi marknaðir – tað fer at snúgva seg um geopolitikk, samstarv og samhandil. Ráðstevnan er liður í arbeiðinum hjá felagnum at seta fokus á kappingarførið og hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr í landinum og fyri føroyska vinnulívið.

Fyrilestrarhaldari verður Jonathan Holslag sum undirvísir í altjóða politikki á Fría Universitetinum í Brússell. Hann hevur skrivað fleiri viðurkendar bøkur, umframt at hann hevur ráðgivið stjórnum og stórum feløgum í hópa tali.

Jonathan Holslag sigur soleiðis um framløgu sína:

”The geopolitics of the seas: The Atlantic Ocean, including the Faroe Islands, returns to the forefront as an arena in major power politics. And even the fish that is caught, becomes more sensitive to geopolitics. Emerging power seek to advance their companies and build dominant positions along the maritime supply chain. Fish export has been used frequently as source of diplomatic leverage. This lecture explains how to navigate”.

Eftir framløguna hjá Jonathan verður pallborðsorðaskifti. Luttakarar: Sjúrður Skaale, Rúni M. Hansen, John Rajani og Niels Winther. Bergur Poulsen verður orðstýrari.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis. Neyðugt er tá at melda til á: www.loksholl.fo

Deil tiltakið

Ráðstevna: Hvussu fáa Føroyar atgongd til viðkomandi marknaðir?

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210