JÓLASOUL (jóla- og útgávukonsert)

Dagur:
Fríggjadag 13. desember 2024 20:00
Staður:
Listastovan

KEYP

FO:
English below


Konsertin í ár er tó heilt serlig, tí tað er nú FIMTA árið á rað, at Jólasoul verður og tískil hava tær valt at útgeva eina SPILDURNÝGGJA, FØROYSKA JÓLAPLÁTU (LP & CD).

UM JÓLASOUL & ÚTGÁVUNA
Seinastu 4 árini hava tær skipað fyri egnari jólakonsert, við heitinum Jólasoul. Tær hava framført fyri fullum sali á Reinsarínum (x3) og eisini í Norðurlandahúsinum. Fyrsta árið var Tamara Mneney eisini við, og í fjør til fjórða Jólasoul var Sement vinnari, Anna Sofía Skoradal eisini við.

Tær eru allar nakrar av fremstu sangarinnunum í Føroyum í løtuni, og eisini millum tær yngstu á professionella tónleikapallinum í Føroyum við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum tilsamans undir egnum navni og ymiskum bólkum.

Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tað verða altíð framførdar egnar útsetingar av alskyns jólaløgum, á føroyskum, norskum, enskum, donskum og eitt ár var eisini eitt íslendskt lag sungið. Afturat at útseta tónleikin og týða tekstirnar, gera tær eisini nógv burturúr egnum kórútsetingum.


Tónleikurin verður framførdur av einum stórum húsorkestri, sum hevur skift eitt sindur fyri hvørt ár, men sum altíð er summi av okkara bestu tónleikarunum í landinum.


Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftan á hvørja konsert hevur verið: at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.


Komandi desembur framføra tær ta FIMTU Jólasoul konsertina og tað ynskja tær at gera til nakað heilt serligt.

 "Tað hevur givið okkum sera nógva gleði at gera og framføra hesi mongu løgini fyri føroyingum og nú ynskja vit at gera eina heildarútgávu, sum samlar fleiri av okkara útsetingum á einari jólaplátu, sum skal útgevast gjøgnum Tutl og standa til sølu tá jólini byrja í vetur 2024."

Tónleikurin er innspældur og framleiddur av Ari Johannesen við hjálp frá øðrum og er ljóðviðgjørdur av Finni Hansen. Plátuhúsan hava Marianna og Dania sniðgivið. Útgávan inniheldur 11 føroysk jólaløg. Av teimum 11 eru 4 nýskrivað føroysk jólaløg, sum tær hava gjørt til høvið!

"Útgávan er ein tøkk frá okkum til føroyingar, sum seinastu árini hava givið okkum ta stóru gleði at sleppa at framføra jólakonsertir fyri so stórari fjøld av glaðum áhoyrarum. Eftir at fáa fyrispurningar um upptøkur av løgunum í hópatali, meta vit hesu jólaútgávu at vera ein góð jólagáva til føroyingar og Føroyar"

EN:
Five of the Faroe Islands’ most exciting artists—Marianna Winter, Katrina Olsen, Dania O. Tausen, Jazzygold, and Gówa come together to create their FIFTH christmas show, JÓLASOUL.


In honor of this December marking the fifth year of the show called Jólasoul the five of them have decided to release a new holiday album filled with festive spirit and musical diversity in the name of their beloved show. The album, set to release on December 6th, is a heartfelt celebration of their annual Christmas concert tradition, now in its fifth year.


Jólasoul is more than just a collection of holiday songs; it captures the essence of the live show that Faroese audiences have come to love. Every year, the Jólasoul concert blends genres, musical styles, and vibrant choir arrangements, offering a rich, soulful, and joyous Christmas experience. From classic carols to modern festive tunes, the show embraces a wide range of musical influences, creating a unique holiday atmosphere.

The five artists have translated this spirit into the album, which brings the magic of the Jólasoul stage into your home. The album will be available in multiple formats, including CD, digital streaming, and a striking red vinyl edition—a perfect collector’s item for vinyl enthusiasts and holiday music lovers alike.

The creation of Jólasoul would not have been possible without the incredible efforts of Ari Johannesen, who produced and recorded almost all of the tracks. His dedication and tireless work behind the scenes have turned this long-held dream into a reality. Special thanks also go to Ragnar Finsson, who co-produced track 3 with Marianna Winter, as well as Eyðfinn B. Lamhauge, who co-produced track 4 alongside Ari, with contributions from Marius DC, who helped write the same track. All three of these talented individuals also make guest appearances on the respective tracks, adding a personal touch to the album’s rich soundscape.


Jólasoul is not only a tribute to the concerts but also to the camaraderie and creativity that these five talented artists have shared over the years. The record highlights the beauty of collaboration, blending their distinctive voices and styles to create something truly special for the holiday season.


Whether you’re a fan of soul, pop, folk, or jazz, Jólasoul is a festive album and show that celebrates diversity and community—both in music and in the spirit of Christmas.individuals also make guest appearances on the respective tracks, adding a personal touch to the album’s rich soundscape.

Deil tiltakið

JÓLASOUL (jóla- og útgávukonsert)

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045