Den skjulte autismeprofil

Dagur:
Mánadag 16. september 2024 08:30
Staður:
Smæran, Tórshavn

Fyrilestur / skeið við Ninu Schultz Hansen, cand.psych.aut. frá Molis



Duld autisma

Autisma hevur nógv andlit og eyðkennini kunnu vera rættiliga ymisk, men harumframt kunnu eyðkennini eisini vera meira og minni sjónlig fyri umheimin, ja í summum førum so ósjónlig, at eingin varnast, at eyðkennini eru til staðar.
Viðkomandi órógvar ikki, er kanska í stillara lagi, ella hevur lært seg at sýna sama atburð sum javnaldrarnir og tykist vera eins og hini.
Eingin varnast tí, at nakað er áfatt, fyrrenn tekin um, eitt nú, angist, tunglyndi, etingarólag ella annað, byrja at stinga seg upp og útgreiningin tá vísir, at talan er um autismu.

Fólk við duldari autismu, verða tí ofta misskilt ella yvirsædd í nærumhvørvi teirra og hetta hevur við sær, at tey ofta fáa staðfest autismu seinni enn onnur, eitt nú sum stór børn, ung, ella tá tey eru vaksin.
Júst hetta, at eyðkennini ikki eru sjónlig, ger at heitið "duld autisma" (den skjulte profil), verður nýtt.

Á skeiðnum verður dulda autisman lýst, samstundis sum luttakararnir fáa vitan, um hvussu ein møtir og stuðlar fólki við duldari autismu og hvørji amboð eru hent í hesum høpi.

Skeiðið er viðkomandi fyri øll, sum eru autistar, avvarandi, kenna ella arbeiða við fólki, við duldari autismu, tó verður viðmælt at luttakarar eru 16 ár ella eldri.



Deil tiltakið

Den skjulte autismeprofil

Fyriskipari

Autismufelagið
Íslandsvegur 10c
FO-100 Tórshavn
Telefon +298 227746
[email protected]
http://www.autisma.fo
V-tal: 583855