Trongisvág-Fámjin-Vágur

Dagur:
Leygardag 25. mai 2024
Staður:

KEYP

Leygardagin 25. mai verður ein gongutúrur frá Trongisvági til Vágs, umvegis Fámjin. Gingið verður eftir gomlu bygdagøtunum, sum byrjar við Plantaguna. Gingið verður upp í Oyrnaskarð og víðari til Valdaskarð. Ein vøkur sjón, har man sær basaltsoylurnar og vøkru líðina oman móti Kirkjuvatn.

Frá Fámjin verður gingið suður gjøgnum Reyðabakka, har frálíkt útsýnið er yvir vestursíðuna av Suðuroynni. Síðan gongur leiðin eystur móti Ryskjudal, har útsýnið er yvir vøtnini, Tindalíð og Borgaraknapp við sínum 574 metrum. Túrurin endar í Parkini í Vági.

NÆR OG HVAR

25. mai 2024 - kl. 9:30

Møtt verður við gongutúraskelti, har sum bygdagøtan byrjar við Rangá.

Túrurin er mettur at taka umleið 5 tímar.

Tilmelding: www.hiking.fo

Prísur: 350,-

Ferðaleiðari: Jens Petur Brattalíð



Aðrar dagfestingar:


Deil tiltakið

Trongisvág-Fámjin-Vágur

Fyriskipari

Hiking
Hoyvíksvegur 54
100 Tórshavn
+298222117
[email protected]
www.hiking.fo
V-tal: 638889