Kunnandi kvøld um Heimablídni

Dagur:
Týsdag 23. apríl 2024 18:00
Staður:
hjá Maud í Nólsoy

Kveikjandi Heimablídniskvøld hjá Maud í Nólsoy

Hevur tú ætlanir um at bjóða heimablídni í ár, men ivast tú í, hvussu tú kemur í gongd? Ella eru tit júst byrjað, men kundu hugsað tykkum eitt kveikjandi kvøld saman við øðrum, ið fáast við tað sama?

Maud Wang Hansen hevur seinastu árini bjóða gestum á gátt í hugnaliga heimi sínum í Nólsoy, har hon leggur dent á at borðreiða við stuttfluttum mati frá árstíðini, m.a. úr egnum urtagarði.

Týsdagin 23. apríl bjóðar Visit Faroe Islands heim til Maud, har hon hugleiðir um sínar royndir við heimablídni. Umframt at nema sær innlit í møguleikarnar við Heimablídni, fáa gestirnir eisini ein serstakan møguleika at deila vitan um júst teirra hugskot. Afturvið prátinum bjóðar Maud eina góða máltíð í nærverandi umhvørvinum í Nólsoy.

Fráferð úr Tórshavn kl.18.00

Heimferð úr Nólsoy kl.22.25

8 pláss eru tøk og prísurin er 200 pr. persón. 


Teldupostur við nærri kunning verður sendur til tey tilmeldað áðrenn dagin.

Hevur tú spurningar til hetta kvøldið, ert tú vælkomin at venda tær til [email protected]





Deil tiltakið

Kunnandi kvøld um Heimablídni

Fyriskipari

Visit Faroe Islands
Í gongini 9
100 Tórshavn
+298 666 555
[email protected]
www.visitfaroeislands.com
V-tal: 610186