Kynsbrotsverk: lógarásetingarnar, stovnarnir, órættaðu og hjásitnarnir

Dagur:
Mikudag 17. apríl 2024 09:00-16:00
Staður:
Bakkastova í Kaffihúsinum í Vágsbotni

KEYP

Í 2022 varð ásetingin í revsilógini um neyðtøku broytt til at vera grundað á samtykki, og í fjør vórðu ásetingarnar um kynsliga avnoyðslu og lokking lagdar afturat revsilógini. Hesar broytingarnar seta nýggj krøv til stovnar og starvsfólk, ið hava við økið at gera t.d. rættin, løgregluna, sakførarar og onnur.

Helle Hald, sakførari, kemur til Føroya at hava skeið um nevndu ásetingar; um nýggj krøv samtykkislógin setur stovnum s.s. løgreglu og rættinum; um rættindi og tørvir hjá órættaðu; og um leiklutin hjá hjásitum í neyðtøkumálum. Helle er forkvinna í Bistandsadvokaternes Landsforening, talsfólk og sakførari hjá felagsskapinum Hjælp Voldsofre, og hevur í 30 ár verið hjásiti hjá óteljandi offrum fyri kynsbrotsverkum. Seinastu árini hevur Helle varnast, at leikluturin sum hjásiti er broyttur, og at krøv nú eisini verða sett til aðrar førleikar enn einans løgfrøðisligu førleikarnar. Helle er ein av fremstu serfrøðingunum innan samtykkislógina, og hevur hildið nógv skeið um lógina og leiklutin sum hjásiti.

SKEIÐIÐ ER ÆTLAÐ

Skeiðið er ætlað hjásitum, starvsfólkum á stovnum, sum hava við offur fyri kynsbrotsverk at gera og øðrum, sum á annan hátt hava við økið at gera.

​SKRÁIN

  • ásetingarnar um neyðtøku, kynsliga avnoyðslu og lokking
  • nýggju krøvini, samtykkislógin setur rættinum, løgregluni, hjásitunum og øðrum
  • rættindi og tørvir hjá órættaðu
  • royndir úr Danmark
    •    trý ár við samtykkislógini - hvat vísa royndirnar?
    •    offurráðgeving í Danmark og Grønlandi - hví hesa ráðgevingina?
    •    ókeypis ráðgeving til órættaði, sum ivast í, um málið skal meldast - hví?
    •    videoavhoyring - hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir?
    • leikluturin hjá hjásita: løgfrøði og stuðul
      •    hvat skal ein hjásiti og hvat kann ein hjásiti?
      •    hvussu kunnu hjásitar á bestan hátt upplýsa órættaðu um gongdina, stuðla undir avhoyring, vegleiða og stuðla um málið verður slept av vantandi prógvum, fyrireika órættaðu til rættarmálið og stuðla í rættinum?
      •    hvussu kunnu hjásitar stuðla serliga sárbæru bólkunum t.d. nú vit síggja eitt vaksandi tal av diagnosum
      •    hvussu kann skipanin við hjásitum vera við at tryggja rættindi og stuðul á bestan hátt? Og hvønn leiklut spæla aðrir viðkomandi stovnar í at tryggja tað?

    HELLE HALD

    Helle Hald er danskur sakførari, og er partnari í Sirius Advokater. Í 2014 varð hon benifiserað við Býarrættin í Keypmannahavn, har hon eisini starvast sum verji.

    Helle hevur 30 ár á baki sum hjásiti, er forkvinna í Bistandsadvokaternes Landsforening umframt talspersónur og sakførari hjá felagsskapinum Hjælp Voldsofre.

    Eftir lokna útbúgvin sum sakførari fann Helle skjótt út av, at hon hevði serligan áhuga í at veita hjálp til tey, sum vóru í klemmu ella í neyð. Síðan 1998 hevur Helle verið knýtt felagsskapinum Hjælp Voldsofre, har hon hevur veitt hjálp til offur fyri persónsbrotsgerðum. Tá ið fyrsta Center for seksuelle overgreb lat upp í Keypmannahavn í 2000, undirvísti hon læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, rættarlæknum og sosialráðgevum í løgfrøðini viðvíkjandi neyðtøkum og offrum fyri neyðtøkum. Hon hevur verið knýtt grønlendsku offurráðgevingini, sum nýliga er sett á stovn.

    Helle hevur verið hjásiti hjá óteljandi offrum fyri kynsbrotsgerðum, og er ein av teimum við størst vitan og royndum innan leiklutin sum hjásiti innan økið í Danmark. Hon er eisini ein av fremstu serfrøðingunum innan nýggju neyðtøkulógina, og hevur havt fleiri skeið fyri ymiskum fakbólkum um samtykkislógina og leiklutin sum hjásiti.

    Deil tiltakið

    Kynsbrotsverk: lógarásetingarnar, stovnarnir, órættaðu og hjásitnarnir

    Fyriskipari

    Sig frá, Kvinnufelagið í Havn, Kvinnuhúsið og Amnesty Føroyar
    Samband:
    235817
    [email protected]