Siv Jakobsen (NO) og LYON

Dagur:
Hósdag 18. apríl 2024 19:30
Staður:
Listastovan

KEYP

“Siv Jakobsen er ein av teimum bestu vit eiga” skrivaði norska Dagsavisen tá hon útgav Spellemannsprís nomineraðu plátuna A Temorary Soothing í 2020. Síðan Siv byrjaði, hevur hon ferðast víða um í heiminum og spælt konsertir, og allastaðni móttekur hon rós fyri tónleikin og framførslu á palli.

Hon spælir inniligan, droymandi og melankoliskan fólkatónleik. Tey seinastu árini hevur hon verið á konsertferðum kring heimin, har hon hevur hitað upp fyri nøvnum sum José González, The Lumineers, Beach Bunny og Susanne Sundfør.

Í fjør útgav hon heildarútgávuna ‘Gardening’, har Ane Brun gestaði, og handan pultin stóð Zach Hanson (Bon Iver, Tallest Man On Earth)."

Hóskvøldið 18. apríl kann Siv Jakobsen upplivast í Listastovuni. Hon er í Føroyum, har hon hetta sama vikuskiftið skal hita upp fyri Marius Ziska í Sjónleikarahúsinum.

LYON

Lyon býr í Sandavági, men er føddur og uppvaksin í Gøtugjógv við eini kirkju, eini samkomu, einum banka og havinum sum grannar.

Tónleikurin ber brá av onkrum fjarum, men kortini kendum. Ein prædika, sum tú ikki hoyrir, men merkir. Gamal sum havið, sterkur sum vindurin ið blæsur gjøgnum bygdina og far kirkjuklokkurnar at ringja við søgum um sorg og gleði, vanlukku og ró, har sannleiki verður lygn og umvent.

Har er eitt afturljóð sum kennist fjart, tó kent um somu tíð. Stundum følir tú, sum tú hyggur at egnari spegilsmynd, aðrar tíðir at tú hyggur í eina krystallkúlu, alt um somu tíð, tað er sum at murra tónleikin til eina uppliving tú ikki er vísur í at hava havt enn.

Tónleikurin hjá LYON sambindir alt saman og tað gevur fullkomna meining.

“Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt. Takk!” skrivaði Birgir Kruse eftir eina konsert við LYON á G! fyri nøkrum árum síðan, og man kann bara siga at LYON verður bara betri við árunum!

Deil tiltakið

Siv Jakobsen (NO) og LYON

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045