Klassisk konsert við Duo Trio

Dagur:
Sunnudag 24. mars 2024 16:00
Staður:
Løkshøll

KEYP

Nú Løkshøll hevur fingið eitt stásiligt nýtt Steinway, er hóskandi at seta eina forkunnuga klassiska konsert á skránna. Og vit eru fegin at bjóða tykkum eina solistkonsert við føroysk-norsku sopranini, Hanne Marit Mordal Iversen og norska klaverleikaranum, Harald Ramm Haugland.

Hanne Marit Mordal Iversen er ein av stóru stjørnuskotunum bæði her heima og í Noregi, har hon búleikast í løtuni og er í ferð við at gera seg lidna við masterútbúgvingina á Norges Musikkhøgskole. Hon hevur longu gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum sum solistur í Duruflé Requiem, Dixit Dominus eftir Händel og á Nýggjárskonsertini 2023. Á páskum í ár verður hon solistur í Brahms Requiem saman við Havnarkórinum.

Við sær á pallin hevur hon norska klaverleikaran og tónasmiðin Harald Ramm Haugland, sum í løtuni fær sær Bachelorútbúgving við Norges Musikkhøgskole.  

Tey fara at framføra sangir eftir m.o. Jógvan Waagstein, Edvard Grieg, Wilhelm Stenhammar og Harald Ramm Haugland.

Um Hanne Marit

Hon fekk sína allar fyrstu tónleikafrálæru sum 4 ára gomul í violinspæli á Norðstreymoyar Musikkskúla. Lærarari tá var Anette Nielsen. Hon hevur síðani fingið tónleikafrálæru í Norra í klaver, floytu og sangi. Áðrenn hon byrjaði hægri tónleikalestur í Trondheim 2018, gekk hon á Toneheim tónleikaháskúlanum á Hamar, har hon skifti frá klaver til sang burturav. Várið 2021 hevði hon leiklutin sum "der Königin der Nacht" í Gandafloytuni hjá Mozart tá ið hon var skiftisnæmingur í München og sama vár fekk hon «Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein». Í januar 2023 var hon solistur við ariuni hjá Náttardrottningini «O zittre nicht" á Nýggjárskonsertini við Føroya Symfoniorkesturi undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Í fjør heyst vann hon prísin fyri bestu framførðslu fyri útlendskan sang í fronsku sangkappingini Prix du Lied CNLB í Paris. Hanne Marit er nú fastur sangari í Norska Solistkórinum og hevur verið við á fleiri konsertrøðum í Norra og Norður Europa seinastu 2 árini. 2024 er eitt spennandi ár við fleiri solistuppgávum, m.a. á Nýggjárskonsertini við Bærum symfoniorkestri, Nelson messuni eftir Haydn, Brahms Requiem við Havnarkórinum, Messias eftir Händel og solistur í einum sangsyklusi saman við kvartettini BareBarokk.

Um Harald

Harald Ramm Haugland er ein spennandi norskur klaverleikari og tónasmiður sum í løtuni tekur Bachelorútbúgving við Norges Musikkhøgskole. Høvuðslærari í klaverspæli er Håvard Gimse. Hann er ein fjøltáttaður tónlkeikari, sum spælir ymisk sløg av tónleiki, improviserar og skrivar tónleik. Hann hevur luttikið í fleiri norskum tónleikakappingum bæði sum soloklaverleikari og kamartónleikari og hevur vunnið nakrar av teimum. Í seinastuni hevur hann luttikið í m.ø. Festspillene i Bergen, Hemsingfestivalen, Oslo kammermusikkfestival og Trondheim kammermusikkfestival. Í juni í fjør framførdi hann «Rapsodi in blue» eftir G. Gershwin saman við Hygge korpsensemble. Í 2018 fekk hann framført eitt av sínum verkum við Oslo Filarmonien. Undir Oslo Kammermusikkfestival í 2023 fekk hann framført sína egnu «Sonate for tuba og klaver» saman við norska tubaleikaranum August Schieldrop.

Deil tiltakið

Klassisk konsert við Duo Trio

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
223010
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210