Hamferð útgávukonsert

Dagur:
Leygardag 6. apríl 2024 20:00
Staður:
Sjónleikarhúsið, Tórshavn

KEYP

Seks ár aftaná stórverkið "Támsins likam" er Hamferð endiliga til reiðar í nýskaptum líki við nýggjum tónleiki, og sjálvandi verða løgini frumframførd í Sjónleikarhúsinum í Havn. Útgávan "Men Guðs hond er sterk" kemur á gøturnar og alnetið hin 22. mars; ein kensluborin og ógvislig ferð ígjøgnum bæði kendar og ókendar ljóðmyndir í Hamferð-heiminum. Løgini snúgva seg um sambond og lagnur í kjalarvørrinum á stórari vanlukku, alt við íblástri úr søguligu skaðagrindini í Sandvík.

Hamferð kann upplivast á palli við nýggju plátuni - helst einastu ferð í fullum líki - hin 6. apríl kl 20:00 í Sjónleikarhúsinum.

Deil tiltakið

Hamferð útgávukonsert

Fyriskipari

G! Festival
Fyri Oman Brúgv 3
513 Syðrugøta
+298 219570
[email protected]
www.gfestival.fo
V-tal: 585300